Null útlát! Ger tín gerandisdag til nakað heilt serligt við Nissan Leaf.
Nissan Leaf er uttan iva ein av mest framkomnu hópframleiddu el-bilunum í marknaðinum. Og so kann hann enntá keypast fyri ein prís, sum liggur nær tí, sum ein samsvarandi bensin bilur kostar. Serliga, nú lóggávan heimilar keypara at fáa mvg-endurrindað, tá el-bilur verður keyptur. Tó í mesta lagi Kr. 70.000,-
Nýggi Leaf er á fleiri økjum nógv betraður í mun til undanfarnu útgávurnar. Ikki minst við battarí-orku, sum er økt úr 30 upp í 40 KwH og nú eisini 62KwH.. Tað ger, at bilurin nú røkkur munandi longur fyri hvørja løðing.
Spildurnýggja e-pedal er kollveltandi. Her verður ein og sama pedal nýtt, tá ferðin skal økjast ella minkast, men sjálvandi er eisini ein vanlig fótbremsa, um tú skalt bremsa hart.
Pro-pilot er ikki bert ein adaptivur fartpilotur. Hann heldur eisini bilinum innanfyri hvítu strikurnar á vegnum, samstundis sum hann ansar eftir frástøðuni til bilar frammanfyri. Og so ikki at gloyma Pro-pilot Park, sum uttan nakað hóvasták syrgir fyri, at parkering kann gerast púrasta ómaksleyst. Somikið lætt hevur tað ongantíð áður verið at koyra bil.
Fremsti eginleikin hjá Leaf er tó, at hann er el-bilur. Og hóast el-orka partvíst verður framleidd við olju, er Nissan Leaf munandi minni tyngjandi fyri umhvørvið enn ein vanligur bilur. Orkan, sum skal nýtast til at reka bilin, er nevnliga upp til 75% minni, enn tá talan er um vanligar bensin- ella diesel-motorar.
Á einum vanligum motori fara úti við 80% av orkuni burtur sum avlopshiti ella sum friktión í motorlutunum. Í einum el-motori er einki orkutap við hita, og slitlutirnir í motorinum eru munandi færri, og tí verður orkutapið av hesum ávum eisini munandi minni.
Hartil kann leggjast afturat, at Nissan Leaf á sama hátt, sum eitt nú Hybrid-bilar gera, endurvindur rørsluorkuna, sum íkemur, tá ferðin verður tikin av bilinum. Soleiðis endurløðir bilurin seg partvíst undir koyring, og verður tí enn meira umhvørvisvinarligur.

Gullpakkin er gull verdur
Avtalan er galdandi til tað, sum kemur fyrst, trý ár frá fyrsta skrásetingardegi at rokna, ella
til bilurin hevur koyrt 90.000 km. Avtalan fylgir altíð bilinum, eisini við eigaraskifti.
Alt arbeiðið skal fara fram hjá Auto Service, um ikki onnur avtala er gjørd. Kundin skal syrgja fyri forsvarligari viðgerð/handfaring av bilinum, soleiðis at bilurin kemur til øll sýn, ið eru ásett eftir veðleiðing frá framleiðara og hevur ábyrgdina av at biðja um tíð til bilin, soleiðis at neyðug sýn kunnu vera framd, og olja og annar løgur verða latin á bilin.
Les meira um Gullpakkan

Fyrimunir við Gullpakkanum
- Viðlíkahald av bilinum, umframt allar neyðugar umvælingar
- Arbeiðsløn, eykalutir og neyðugan løg til service, viðlíkahalds- og umvælingararbeiði
- Skift av olju, perum, viskarabløðum og áfyllan av sprinklaravesku
Nissan Leaf
Gjald pr. mðr.
1.275 kr.
1.275 kr.
* Lánið skal vera útgoldið tá bilurin er 10 ár ella yngri. Rentan er skiftandi. Við ongum bili í býti, rindar kundin eitt útgjald uppá 25% við yvirtøku av bilinum, svarandi til 37.500 kr. Útgjaldið er í minsta lagi 20.000 kr.