Verkstaðið

Tá tað snýr seg um umvælingar og eftirlit, er mekaniski verkstaðurin altíð til dystin fúsur, og av tí at vit umboða  bæði Nissan, Peugeot, Citroen og Opel, er breiddin í okkara ekspertisu størri enn hjá nøkrum øðrum verkstaði.

 Øll útgerð, sum krevst, er at finna á okkara mekaniska verkstaði, og her kunnu viðskiftafólkini koma at kanna bremsur, útstoyt, stoytdoyvarar, møgulig motorbrek, startarar, dynamo, el-skipanir, stýriboksir ella hvat tað skal vera. Oljuskifti og annað eftirlit verður eisini avgreitt á mekaniska verkstaðnum.

Mekaniski verkstaður okkara var tann fyrsti í landinum, ið kundi veita Air Condition-tænastu, og sum heild hava vit gjørt nógv burturúr at fylgja væl við í menningini, ið eitt nú krevur alsamt størri kunnleika til EDV og ymsar serligar skipanir, ið finnast í dagsins bilum.