Starvsfólk til verkstaðið

Auto Service P/F er eitt toymi av eldhugaðum starvsfólkum.
Vit seta høg krøv til okkum sjálvi og stremba altíð eftir at veita bestu tænastu til okkara viðskiftafólk.

Á verkstaðnum handfara vit við nærlagni hvønn einasta bil sum var hann okkara egni, og sum umboð fyri Nissan, Opel, Citroen og Peugeot hava vit nógvar spennandi og fjølbroyttar uppgávur.

Vit leita eftir einum eldhugaðum arbeiðsfólki/bilsmiði, sum saman við okkum kann loysa dagligu uppgávurnar á verkstaðnum.
Hevur tú hug at gerast partur av toyminum?

Umsókn saman við starvsroyndum og/ella sveinabrævi skal sendast til pjp@autoservice.fo