Góð ráð um oljuskift
Fyri motorin og tína egnu skyld

Til tín, ið koyrir stuttar túrar, køkoyring ella nógv í tómgongd. Tað, tú ikki sært, er júst tað, ið ikki er gott fyri motorin.
Tá oljulampan lýsir í bili tínum, veitst tú, at okkurt er galið. Men sjálvt um oljulampan ikki lýsir, er tað ikki heilt víst, at motorurin hevur tað gott.

Ansið eftir, hvørji interval fyri oljuskift framleiðarin mælir til viðvíkjandi tínum bili undir óhepnum koyriumstøðum. 

Undir vanligum koyriumstøðum syrgir motoroljan fyri, at tú kanst koyra trygt og uttan trupulleikar. Men hvat nú, um koyriumstøðurnar ikki eru vanligar?
     - Tá tú koyrir nógvar stuttar túrar (undir 8 km) og hitin er undir 5 hitastig.
     - Tá tú koyrir nógv í kø, eitt nú til og frá arbeiðsplássinum.
     - Tá bilurin ofta stendur í tómgongd í longri tíðarskeiðum.
     - Tá tú koyrir á saltaðum, støvutum ella runutum vegum.
     - Tá tú koyrir við viðfestisvogni, húsvogni ella við viðføri á takinum.

Undir hesum umstøðum, kann ein ikki vera vísur í, at vanligu intervallini fyri oljuskift, ið bilframleiðarnir mæla til, er nóg mikið. Flestu bilframleiðarir leggja dent á at konstruera motorarnar, so tað verður longri og longri millum oljuskiftini.Hvat sigur framleiðarin um oljuskift viðvíkjandi tínum bili?

Men í øllum instruktiónsbókum stendur eisini, at undir óhepnum umstøðum, sum eitt nú tær, vit júst hava nevnt, skal oljan skiftast oftari enn vanligt.

Onkur mælir til, at intervallini verða stytt í helvt, onnur mæla til, at oljan verður skift fyri hvørjar 5.000 km.

Auto Service tilmælir at oljan verður skift fyri hvørjar 10.000 km ella ½ hvørt ár.

Bíðar tú ov leingi við at skifta oljuna, er vandi fyri, at motorurin slítist ov skjótt, og at tú skal nýta meiri olju og bensin. Í ringasta førum váðar tú, at motorurin brennur saman, um tað, ið ein nevnir “svørt evja” kemur í. Tá oljan ikki longur kann savna saman tær óreinskur, ið koma í samband við brenningina, verður evja gjørd í motorinum. Hetta kann føra við sær, at motorurin fær “forstoppilsi”. Oljan kemur ikki longri fram til tey støðini, ið skulu smyrjast, og kann hetta at enda føra við sær, at motorurin brennur saman.

Er tú í iva um intervallini ella vil tú vita meiri um motorolju, so spyr á verkstaðnum. Út frá kunnleikanum um títt koyrimynstur, kann biltøkningurin geva tær tað bestu vegleiðingina.

Tá tú blandar motoroljuna við øðrum íblandingarevnum, er ein ikki longur vísur í, at oljan lýkur altjóða krøvini um samanseting av oljuni. Tá kann tað henda, at olju- og/ella bilframleiðarin vísa burtur eitt møguligt endurgjaldskrav.

Tí mæla vit til ikki at nýta tílík íblandingarevni.

Ávaring
Í dag hava motoroljur sera góða góðsku og altjóða bil- og motorídnaðurin hevur gjørt nakrar reglur um, hvørji krøv ein motorolja skal lúka. Men blandar tú tína motorolju við nøkrum av teimum íblandingarevnunum, ið ofta lova bíligari koyring, longri interval fyri oljuskift ella longri livitíð fyri motorin, er vandi fyri, at vørugarantiið frá bæði olju- og bilframleiðaranum fellur burtur.

Týtt úr donskum eftir skrivi, ið “Automobil-Importørernes Sammenslutning”, “FDM”, “DTI” og“Mineralolie Brancheforening” hava sett saman.