Um Auto Service

P/F Auto Service varð stovnað 4. november 2005, tá ið Eivind av Reyni yvirtók bilvirksemið hjá P/F Meinhardt Arge. Umframt bilumboðini Nissan, Peugeot, Opel og Saab keypti Eivind eisini verkstaðsbygningin við Oyggjarvegin í Havn.
 
Hóast nýtt virki hevur P/F Auto Service djúpar røtur í føroyskari bilsøgu. Tað fyrsta Auto Service varð stovnað í 1964 og helt til í Gundadali. Børnini hjá Óla Arge stovnaðu felagið, sum eisini fór at selja bilar. Í 1978, tá ið Meinhardt Arge hevði keypt systkinini út, flutti hann alt virksemið niðan á Háls.
 
Í 1985 yvirtók sonurin, Finnbogi, felagið, sum hann rak inntil 1993, men hann gavst mitt í búskaparkreppuni. Finnbogi helt fram við virkseminum í nýstovnaða felagnum P/F Meinhardt Arge.

Arge-menninir vóru teir fyrstu, sum innfluttu japanskar bilar til norðurlond. Longu í 1962 kom tann fyrsti Prince Skyline til Føroya. Prince-navnið var broytt til Datsun, sum so seinni varð til Nissan.
 
Í dag arbeiða 29 fólk hjá Auto Service, ið hevur umboðað bilmerkini Nissan síðan 1962, Peugeot síðan 1969, Opel síðan 1986 og Chevrolet frá 1. juni 2009.
 
Umframt bilasølu hava vit nútímans verkstað og stóra goymslu av eykalutum. Vit leggja stóran dent á, at starvsfólkið fakliga er dagført, hava tað nýggjastu vitanina og tey bestu amboðini at arbeiða við. Nú mestsum alt starvsfólkið helt fram, hava vit sostatt varðveitt vitanina og drúgvu royndirnar at handfara hesi bilmerki.