Gullpakkin er gull verdur

Avtalan er galdandi til tað, sum kemur fyrst, trý ár frá fyrsta skrásetingardegi at rokna, ella til bilurin hevur koyrt 90.000 km. Avtalan fylgir altíð bilinum, eisini við eigaraskifti.

Gullpakkin fevnir um

  • Viðlíkahald av bilinum sambært viðlíkahaldsveðleiðingini hjá framleiðaranum av omanfyri
    nevnda bilmerki og modelli, umframt allar neyðugar umvælingar, gjørdar í vanligari
    arbeiðstíð
  • Arbeiðsløn, eykalutir og neyðugan løg til service, viðlíkahalds- og umvælingararbeiði
  • At skifta olju, perur, viskarabløð og áfyllan av sprinklaravesku

Avtalan fevnir ikki um

  • Skaða, ið stendst av ferðsluóhappi, herverki, stuldri, plátuarbeiði, málaraarbeiði, polering og annað kosmetiskt arbeiði
  • Viðlíkahald og umvæling av eykaútgerð, sum er ísett eftir, at avtalan er komin í gildi
  • Dekk, herímillum dekkskift og punktering, sleip til verkstaðið og eykabil, meðan arbeiðið fer fram
  • Umvælingar, ið standast av ørari og óneyðuga villari koyring, koyring á byggiplássum, í haga og samsvarandi øki og undirlendi
  • Skaða og umvælingar á lyktir, glas og rútar, steinsløg ella annað, ið kemur uttanífrá

Gullpakkin er bara galdandi fyri persónbilar. Ikki vøruvognar. Gullpakkin er ikki galdandi fyri bilar, ið verða brúktir vinnuliga, eitt nú taxa, koyriskúla ella annan persónsflutning, vøruflutning ella útleigan.

Aðrar treytir

Alt arbeiðið skal fara fram hjá Auto Service, um ikki onnur avtala er gjørd.

Kundin skal syrgja fyri forsvarligari viðgerð/handfaring av bilinum, soleiðis at bilurin kemur til øll sýn, ið eru ásett eftir veðleiðing frá framleiðara og hevur ábyrgdina av at biðja um tíð til bilin, soleiðis at neyðug sýn kunnu vera framd, og olja og annar løgur verða latin á bilin.

Fyrivarni verður tikið fyri heilt óvanligum viðurskiftum, sum hvørgin partur hevur ræði á (force majeure).