Nissan Juke
Príslisti
Prísur úr:
Prísur ávegis
Coupé-Crossover.
Hvassar linjur, dramatiskar lyktir, bergtakandi skap, 19” alu-felgur og svevandi tak.
Aerodynamiska skapið skerir gjøgnum luftina, sum ger at hann brennur lítið og er ljóðleysur.


Fult stigatal í krasjtest. 5 stjørnur.
Led-ljós allan vegin runt.
Tá tú sær ikonisku gronina ivast tú ongantíð í, at tað er ein Juke sum tú sær.
Við at brúka led-ljós, kennist tað sum altíð at koyra í dagslýsi.

Vel koyriinnstilling. 3 motorar í einum.
Vel Eco um tú vil koyra økonumiskt, Standard fyri bestu javnvág ímillum økonomi og kraft. Ella Sport fyri megi og spenning.


Gullpakkin er gull verdur

Avtalan er galdandi til tað, sum kemur fyrst, trý ár frá fyrsta skrásetingardegi at rokna, ella
til bilurin hevur koyrt 90.000 km. Avtalan fylgir altíð bilinum, eisini við eigaraskifti.

Alt arbeiðið skal fara fram hjá Auto Service, um ikki onnur avtala er gjørd. Kundin skal syrgja fyri forsvarligari viðgerð/handfaring av bilinum, soleiðis at bilurin kemur til øll sýn, ið eru ásett eftir veðleiðing frá framleiðara og hevur ábyrgdina av at biðja um tíð til bilin, soleiðis at neyðug sýn kunnu vera framd, og olja og annar løgur verða latin á bilin.
Les meira um Gullpakkan

Fyrimunir við Gullpakkanum

  • Viðlíkahald av bilinum, umframt allar neyðugar umvælingar
  • Arbeiðsløn, eykalutir og neyðugan løg til service, viðlíkahalds- og umvælingararbeiði
  • Skift av olju, perum, viskarabløðum og áfyllan av sprinklaravesku

Send fyrispurning

* Vit venda aftur skjótast gjørligt

Nissan Juke
Gjald pr. mðr. 1.275 kr.
1.275 kr.

* Lánið skal vera útgoldið tá bilurin er 10 ár ella yngri. Rentan er skiftandi. Við ongum bili í býti, rindar kundin eitt útgjald uppá 25% við yvirtøku av bilinum, svarandi til 37.500 kr. Útgjaldið er í minsta lagi 20.000 kr.